Vælkomin til Vælvera Fintess - tann einasta fitnesskedan í
Føroyum við sentrum í Tórshavn, Runavík, Vági og Miðvágur.
Hjá Vælvera Fitness kýta vit okkum altíð eftir at veita tað bestu
tænastuna og at hava tær bestu umstøðurnar.
Limaskapið í Vælveru Fitness gevur tær atgongd til øll okkara
venjingarhølir, hentleikar og liðvenjingar. Í Tórshavn og Runavík
hevur tú møguleika at luttaka á liðum, alt frá aerobic, dansiliðum,
styrkiliðum, súkkling og á mongum øðrum. Gevið gætur, at tað kostar
ikki eyka fyri at luttaka í liðvenjingunum.
Tørvar tær at koma í gongd við tínari venjing, hevur tú altíð
møguleika at bíleggja eina tíð til eina venjingarvegleiðing við at
skriva til info@vaelvera.fo .
Gevið gætur, at hetta er við í mánaðarliga prísinum og kostar
tískil ikki eyka.
Gódu limir :)
Nú smitta aftur er staðfest í Føroyum, er tað umráðandi, at vit eru
varin, og at vit ansa væl eftir hvørjum øðrum.
Vit heita à limir okkara at fylgja øllum tilmælunum frá
heilsumynduleikinum vidvíkandi persónligum reinføri og tad at halda
frástødu og at tit fylgja àsetinginum, sum lýst er vid í Vælveru
Fitness.
VÆLVERA og REINFØRI er okkara lyklaord í hesi koronatìd
Góda venjing :)
Tað er umráðandi og faktisk eisini nokkso einfalt - soleiðis minka
vit um smittuvandan