Hatha Yoga
"Ha" merkir sól og "tha" merkir máni.
Hatha yoga roynur at finna javnvágina millum mótsetningar sum
t.d. kropp og sinn, hita og kulda og Yin og Yang.
Hatha Yoga er fyri at betra um javnvágina, smidleikan,
kropstilvitanina og styrkina. Tað er tað, sum vit kenna sum
klassiskt yoga við andadráttsvenjingum og standandum støðum og
dentur verður lagdur á at gera rørslurnar rættar.
Tímin byrjar heilt róliga og arbeitt verður við, at fáa
andadráttin og rørslurnar at hanga saman, síðano verður flutt yvur
til standandi støður, sum geva kroppinum hita og stimbra
blóðrensli, ið gevur tann møguleikan at fara djúpri niður í
strekkini í teimum ymsiku venjinginum.
Tímin endar róliga niðri á gólvinum við meditatión og gott er at
hava eitt teppi ella annað lætt at leggja oman yvur seg, so man
ikki verur óv kaldur.