Um okkum
Søgan:
Vælvera
Fitness opnaði fyrstu ferð sínar dyr tann 1. oktobur 2010 í Runavík
og síðani hava vit opna venjingarmiðstøðir í Tórshavn í 2011, í
Vestmanna í 2013 og í Vági í 2015 og Miðvágur í
2020.
Okkara mál:
Vit miðja
eftir at skapa eitt gott venjingarumhvørvið fyri allar aldurbólkar,
ung sum gomul. Soleiðis at vit kunnu hjálpa tær at fáa eina betur
vælveru og ein lættari gerandisdag. Fyri at røkka flestu
føroyingum, hava vit eisini miðja okkum eftir at hava eina stóra og
breiða holdplan, sum til ber.
Vit miðja
eisini eftir at skapa eitt trygt og álítandi venjingarumhvørvið til
allar aldursbólkar. Hetta gera vit við millum annað, at bjóða
okkara limum venjingarvegleiðing og venjingarætlanir, alt uttan
meirkostna. Hetta merkir at øll kunnu fáa eina venjingarætlan, sum
leggur dent á tørvin og ynskini hjá tí einstaka.
Tað
týdnigarmesta fyri okkum er, at tú sum limur, nýggur ella gamal
limur, kennur teg vælkoman og væl tilrættis í okkara venjingarhølum
og at tú venur ímóti akkurát tínum máli. Tí eggja vit altíð okkara
limum til, at leypandi venda seg til okkara starvsfólk, soleiðis at
tit kunnu fáa venjingarætlanir dagførdar, nýggjar venjingar og
íblástur.
Vælvera Fitness - nógv
meira enn bert venjing.