Venjingarskrá - Tórshavn
Her sært tú hvørji lið vit hava gjøgnum vikuna. Ynskir tú at
tekna teg til eitt lið, kanst tú gera tað her. Liðskráin er galdandi frá 18. januar
- 30. juni 2021.
Sí allar liðfrágreiðingarnar longur niðri á síðuni
Venjingarskrá fyri lið í Vælveru Fitness
Tórshavn
Mandag |
Tirsdag |
Onsdag |
Torsdag |
Fredag |
Lørdag |
Søndag |
06:20 - 06:50
Thera + Redondo
Jana
30 min
|
09:30 - 10.30
Senior venjing
Tina
60 min |
06:20 - 06:50
Jungle Sports
Jana
30 min
|
09:30 - 10.30
Senior venjing
Tina
60 min |
12:15 - 12:45
Sirkulvenjing
Marie
30 min |
09:30-10:30
Open Class
Jana/Ásvør
60 min
|
16:20 - 17:00
Sparta
Tina
40 min
|
16:10 - 16:40
Thera + Redondo
Jana
30 min
|
16:20 - 17:00
TABATA
Marie
40 min
|
16:20 - 17:10
Sparta XL
Tina
40 min
|
16:30 - 17:15
Spinning
45 min
Annika W |
|
|
16:45 - 17:30
Jungle Sports
Jana
45 min
|
16:40-17:10
Styrki og Strekk
Jana
30 min
|
17:00 - 17.45
Spinning
Annika W
45 min
|
17:00 - 18:00
Thai Bo
Mirjam
60 min
|
17:15 - 18:15
Strength
Marie
60 min |
|
|
17:00 - 17:45
Spinning
Tórstein
45 min
|
17:10 - 18:10
Yoga Pilates
Annika
60 min
|
17:00 - 17:45
Jungle Sports
Jana
45 min
|
|
|
|
17:45-18:30
Pump Fit
Torstein
45 min
|
|
17:45 - 18:30
Booty Building
Vár
45 min |
|
|
|
|
|
Dancemix
Kom og ver við til ein festiligan retro/latin tíma, har
vit í 55 minuttir dansa til tónleik frá 70unum, 80unum, 90unum og
heilt fram til í dag. Vit dansa bæði kendar og ókendar dansir til
sangir so sum I´m so excited, I only wanna be with you, Let´s twist
again, La Bomba, Funkytown og Danza Kuduro. Til Dancemix fært tú
pulsin í topp - og tað sama er galdandi fyri humørið!
Surprise Class
Hvønn leygardag hava vit ymisk sløg av holdtímum á skránni
- eitt nú stramma upp, stepp, puls og styrki, dancemix,
lør-rumpa-búkur og búkur/ryggur. Eini tveir dagar frammanundan
verður kunngjørt, hvat slag av tíma vit bjóða komandi leygardag.
Líka mikið hvat slag av venjing, talan verður um, kunnu vit
garantera tykkum ein góðan, effektivan tíma.
Stramma upp
Hesin tímin er ætlaður tær, ið ynskir at styrkja kroppin,
betra um úthaldni og sum heild koma í betri form. Til ein slíkan
tíma brúka vit ymisk amboð so sum stepbonk, máttu og lættari
vektir, umframt at venjingar verða gjørdar við egnari kropsvekt.
Við góðum tónleiki venja vit serliga armar, rygg, búk, lør og rumpu
- helst fleiri vøddabólkar samstundis, soleiðis at vit eru
effektiv! Hevur tú ongantíð ella bert fáar ferðir verið til
holdtímar, er hetta ein góður tími til tín, tí greitt verður væl
frá øllum rørslunum.
Spinning soft
Hetta er spinningtímin fyri teg, ið ongantíð ella bert
fáar ferðir hevur roynt spinning - innandurða súkkling. Á tímanum
lærir tú at innstilla súkkluna rætt, súkkluteknikk og fært
forklára, hvussu ein spinningtími gongur fyri seg - samstundis sum
tú sjálv/ur súkklar.
Tabata Mix
Her venja vit allan kroppin upp á stutta tíð! Talan er um
intervalvenjing, har dentur verður lagdur á bæði puls og styrki.
Greitt verður væl frá øllum venjingunum, ið verða gjørdar, soleiðis
at byrjarar og vand kunnu vera við.
Zumba
Vit dansa so sveittin spríkir av pannuni! Hetta er
stuttlig og effektiv venjing, sum er bygd upp við smáum serium
innan ymisk dansisløg sum til dømis salsa, cumbia, calypso,
merengue, samba og reggaeton. Zumba snýr seg ikki um at duga at
dansa, men snýr seg fyrst og fremst um at røra seg á ein stuttligan
hátt. So kom og brenn kaloriur uttan at tú hugsar um
tað!
Tabata
Í 45 minuttir fært tú pulsin upp, styrkir kroppin og fært
sveittan fram. Venjingarnar eru einfaldar, og øll kunnu vera við.
Hvørt øvilsi verur vant í 20 sek ímillum 6 - 8 ferð og 10 pausa er
ímillum hvørt øvilsi.
Tabata LRB
er serliga ætlað teimum, ið serliga vilja venja lør, rumpu
og búk. Hetta er effektiv venjing, ið setur forbrenningina upp og
fært teg í betri form.
Kickboksing
Til hesar tímarnar venja vit sløg og ymiskar hættir at
sparka. Talan er um harða venjing, ið gevur góða konditión,
koordinatión og sjálvverju-førleikar. Øll kunnu vera við til
kickboksing. Til henda tíman nýta vit aloftast pútur, soleiðis at
ein slær, meðan ein annar heldur í pútuni. Tað kann vera ein
fyrimunur at hava ein makkara við, men er tó einki krav.
Vøddamegi
Vilt tú hava effektiva venjing og byggja vøddar, er hetta
tímin til tín! Vit venja bæði við vektum og egnari kropsvekt og
leggja stóran dent á at læra røttu teknikkirnar til eitt nú squat,
lounges, deadlift og pullups. Øll kunnu vera við á
holdinum.
Stepfit
Her arbeiða við intensivt og effektivt á einum steppbonki
við ymiskum einføldum trinsamansetingum. Í tímanum koma vit
ígjøgnum upphiting, pulsvenjing, styrki og avspenning. Við
dynamiskum rørslum venja vit allan kroppin, og fáa pulsin
upp.
Pumpfit
Talan er um styrkivenjing, har stóru vøddabólkarnir verða
vandir við vektstong, vektskivum og egnari kropsvekt. Holdið er
ætlað øllum - tú avger, hvussu strævið tað skal vera, alt eftir
hvørjar vektir tú velur at brúka. Við Pumpfit kanst tú gerast
sterkari, fært betri úthaldni umframt at kroppurin fær væl vandar
vøddar.
Spinning
Luttakararnir til spinning sita allir á hvør sínari súkklu
og súkkla sitandi, standandi, við nógvari ferð ella taka eina tunga
mótbrekku - alt eftir hvat fyri tíma, venjarin hevur lagt til
rættis. Øll kunnu vera við til spinning, tí til ber at tillaga
mótstøðuna á súkkluni, soleiðis at bæði byrjarar og vand fáa nógv
burturúr. Við góðum tónleiki koyra vit á og fáa pulsin
upp!
Sparta
Tímin er tillagaður við íblástri frá crossfitt, og her
fært tú veruliga roynt tína megi og konditión. Venjingin er sera
fjølbroytt og avbjóðandi, soleiðis at kroppurin verður styrktur, og
konditiónin gerst betri. Vant verður við leysum vektum, egnari
kropsvekt og kettlebells. Øll kunnu vera við til Sparta - kvinnur,
menn, ung og eldri!
Seniorvenjing
Hetta er venjing fyri menn og kvinnur, sum eru 50 ár og
eldri. Til seniorvenjing styrkja vit kroppin, venja liðirnar,
arbeiða við javnvágini og læra um rættar arbeiðsstøður. Harafturat
gera vit eisini konditiónsvenjing. Vant verður við egnari kropsvekt
og ymiskari útgerð sum til dømis elastikkum og steppbenkrum.
Venjingin verður løgd til rættis, soleiðis at hon hóskar til
luttakararnar.
Sirkul Mix
Her venja vit teir stóru vøddabólkarnar við switching
maskinum. Talan er um bæði styrkivenjing og pulsvenjing. Switching
maskinurnar eru lættar at brúka, og hvør einstaki avger sjálvur,
hvussu strævin venjingin skal vera. Øll kunnu vera við.
Yoga/Pilates
Liðtímin er júst fyri teg, ið ynskir at styrkja bæði kropp og
sinn, loysa upp fyri spenningum og minka um strongd. Tímin er fyri
øll, bæði roynd sum óroynd, og fevnir um at betra javnvágina,
smidleikan, kropstilvitanina og samt styrkina. Arbeitt verður
eisini við andadráttinum, fyri at fáa hann at hanga saman við
teimum ymisku rørslunum. Tímin endar altíð við meditatión, so minst
til at hava heit klæðir ella teppi við fyri at halda
hitan.