Fitness í Tórshavn
1400m2 nýumvæld hølir við tveimum venjingarsalum til lið á
ávikavist 160m2 og 70m2.
Vit bjóða øll lið, sum eru á heimasíðu okkara. Okkara starvsfólk
hava viðkomandi útbúgvingar og góðkend skeið. Vit bjóða eisini
kostráðgeving frá útbúnum kostráðgeva, vøddamíking og
fysioterapi.
Vit hava eitt stórt og rúmligt øki við "cardio"-maskinum.
T.d rennibond, " Crosstrainarar", " Arctrainarar, súkklur og
rógvimaskinur. Harafturat hava vit tvey stór økir til venjing
í maskinum og við vektum. Tað eina øki er við leysum
vektum, "bonkpress", "cablecross", "squat rack", "scotts curl",
"Dip/chin up" við meira. Í hinum venjingarøkinum eru nógvar
nýggjar venjingarmaskinur, herímillum kunnu vit sum
einasti venjingarsentur í Føroyum, bjóða fram okkara
nýggja "Powerplate og Powebike" øki.
Til børnini hava vit eina spælistovu og vit veita ókeypis
barnaansing meðan tú venur. Vit hava hølir til vøddamíking,
kostráðgeving og fysioterapi. Vit hava útbúgvi starvsfólk, sum
kunnu veita tær ta vegleiðing og hjálp, ið tær tørvar. Vit hava
eina góða útluftingarskipan, sum tryggjar fríska og reina
inniluft.
Okkara nýggja og flotta venjingarsentur skal upplivast. Minst
til, at fyrstu ferð tú venur er ókeypis.
Vit gleða okkum at ynskja tær vælkomnum.
Vælvera Fitness -nógv meira enn bert venjing.
Upplatingartíðir í Tórshavn
Mánadag - hósdag: 05.30 - 22.00
Fríggjadag:
05.30 - 20.00
Vikuskifti:
07.30 - 18.00
Starvsfólk at hitta í Tórshavn
Mánadag - hósdag: 09.00 - 22.00
Fríggjadag:
09.00 - 20.00
Leygardag:
09.00 - 18.00
Sunnudag:
15.00 18.00