• #

    vit fara at bjóða øllum nýggjum kundum, sum tekna sær limahald áðrenn 1.mars, at venja fyri bara 249,- um mánaðin fyrstu tríggjar mánaðirnar.

  • #

    Minnist til at tá tú er limur í Vælvera Fitness so kostar tað einki at fá tina egnu venjingarætlan.

  • #

    Venjingarætlan

    Tú kanst altið keypa gávekort í Vælveru Fitness.

  • #

    Vælvera Fitness

    Tú kanst fáa ráðgeving um kost frá útbúnum kostráðgeva. Vit bjóða eisini persónliga venjing, coaching, fysioterapi og vøddamíking. Øll okkara starvsfólk hava viðkomandi útbúgving.

  • #

    Vælvera Fitness

  • #

Gerst limur ella Rita Inn

Tú kanst melda teg til lim við at trýsta á ímyndina niðanfyri. Hvussu nógvar mánaðir tú ynskir at keypa velur tú sjálv/ur.
 
  Gerst limur   

 

Tú kanst innrita teg á hesu leinkju.

  Rita inn 

Venjingarskrá fyri lið

Vit bjóða nógv ymisk lið. Ert tú limur, kanst tú luttaka á øllum liðum uttan meirkostnað. Síggja venjingarskránna fyri lið í ávikavist Tórshavn og Runavík.

Venjingarskrá - Tórshavn »

Venjingarskrá - Runavík »

Upplatingartíðir

Her sært tú okkara upplatingartíðir

Vælvera Fitness Runavík
Mánadag -  sunnudag 05:00 - 24:00

 

Vælvera Fitness Tórshavn
Mánadag - Hósdag 05:00 - 24:00
Fríggjadag 05:00 - 22:00

Leygardag - sunnudag

05:00 - 22:00

Vælvera Fitness Vági
Mánadag - Fríggjadag 07:30 - 22:00

Leygardag - sunnudag

09:00 - 17:00

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Runavík

  • Rune Petersen

    Útbúgving:Útbúgvin Fitnessundervísari. Góðkendur BODYSTEP undirvísari. Góðkendur BODYATTACK undirvísari. Góðkendur Zumba undirvísari. Góðkendur BODYCOMBAT undirvísari. Góðkendur BODYPUMP undirvísari. Útbúgvin Boksing og Kickboxing/Thaiboxing undirvísari. Útbúgvin kostserfrøðingur og -coach ígjøgnum 3½ ára bachelor. Útbúgvin Fitness Instruktør Útbúgvin Hold Instruktør Útbúgvin Coach Jiu Jitsu Black Belt í Selvdefence 8 árs royndir innan Thaiboxing
    Vangamynd:Móttøkufólk. Liðvenjari. Persónligur venjari. Hevur meira enn 10 árs arbeiðsroyndir innan fitness heimin. Undirvísir í BODYSTEP, BODYCOMBAT, ZUMBA, Kickboksning, Stramma upp, Step, BODYPUMP, Mave/Baller/Lår og BODYATTACK.
     
  • Marjun Thomassen

    Útbúgving:Eg eri útbúgvin fysioterapeutur og eri góðkendur instruktørur í Bodypump og í Bodyflow. Eg havi gjørt fimleik síðani eg var smágenta. Eg havi gjørt amboðsfimleik og eisini rytmiskan fimleik. Eisini havi eg drúgvar royndir sum venjari, havi vant kappingarlið í amboðsfimleiki, smágentulið og blandað lið fyri vaksin. Av tí sama havi eg eisini nógv ymisk skeið innan fimleik. Mær dámar sera væl tað holdið sum nú eitur Yoga/pilates, eg haldi tað er so ómetaliga gott fyri bæði kropp og sál. Eisini dámar mær væl Pump Fit, tað er umráðandi at halda styrkina við líka og kanska blíva betri uttan at blíva ov stórur.
    Vangamynd:Í Vælveru Fitness eri eg liðvenjari, har eg undirvísi í: Pump Fit, Yoga/pilates og eftirføðingarskeiðið 2 til 3 ferðir um árið, eg havi eisini undirvíst í búk-, ryggvenjingum.
     
  • Annika Tórbjarnadóttir

    Útbúgving:Eg eri útbúgvi Sjúkrarøktarfrøðingur í 200 og Kostráðgevi í 2007, harafturat havi eg fingið skeið (upplæring og vegleiðing) í ymsum holdum frá Vælveru Fitness. Eg havi vant ítrótt líka frá barnið av, mest runnið og róð kapp, men eisini naka av fimleiki. Eg havi eisini vant nógv fitness, bæði puls og styrki. Mær dámar so at siga øll hold, men serliga step, combat og cirkulatións/hiit venjingar, eisini dámar mær væl at venja puls á rennibandi og vanliga styrkivenjing.
    Vangamynd:Í Vælveru Fitness eri eg liðundirvísari, har eg undirvísi í Step Fit.
     
  • Mirjam Kitt Krogh Rasmussen

    Útbúgving:Eg eri útbúgvin Sølufólk hjá Wagner, men havi eisini fingist nógv við skrivstovuarbeiði. Hetta er fyrstu ferð eg arbeiði í eini venjingarmiðstøð, men eg havi vænt nógv fitness. Tað tók mær langa tíð, at byrja at venja fitness, tí eg trúði ikki at tað var nakað fyri meg. Men eg fann skjótt útav tí gleðini og nøgdsemuni, eg fekk burturúr fitness. Og man blívur eitt sindur bundin av tí :) tað hevði eg aldrin trú. Mær dámar rættuliga væl eina blanding av styrkivenjing og holdvenjing, tað ger venjingina breidri og meiri spennandi. Persóliga dámar mær væl holda, har man bæði ger pulsvenjingar, men eisini styrkivenjingar, so sum combat og mave/baller/lår.
    Vangamynd:Í Vælveru Fitness eri eg leiðiari og arbeiði eg í móttøkuni, men eg undirvísi eisini í Zumba.
     

Tórshavn

  • Rune Petersen

    Útbúgving:Útbúgvin Fitnessundervísari. Góðkendur BODYSTEP undirvísari. Góðkendur BODYATTACK undirvísari. Góðkendur Zumba undirvísari. Góðkendur BODYCOMBAT undirvísari. Góðkendur BODYPUMP undirvísari. Útbúgvin Boksing og Kickboxing/Thaiboxing undirvísari. Útbúgvin kostserfrøðingur og -coach ígjøgnum 3½ ára bachelor. Útbúgvin Fitness Instruktør Útbúgvin Hold Instruktør Útbúgvin Coach Jiu Jitsu Black Belt í Selvdefence 8 árs royndir innan Thaiboxing
    Vangamynd:Móttøkufólk. Liðvenjari. Persónligur venjari. Hevur meira enn 10 árs arbeiðsroyndir innan fitness heimin. Undirvísir í BODYSTEP, BODYCOMBAT, ZUMBA, Kickboksning, Stramma upp, Step, BODYPUMP, Mave/Balder/Lår og BODYATTACK.
     
  • Andreas Pauli

    Útbúgving:Eg havi tikið HH og Haldilsútbúgving, harafturat havi eg skeið í Bodypump. Eg havi trena basketball í 2 ár og kickboksing í 5 ár. Eisini havi eg verðið í Thailand og trena Muay Thai í 3 mánar og 3 vikur. Serliga væl dámar mær hold sum kickboksing og crossfitt. Eg dámi eisini væl at venja styrkivenjing.
    Vangamynd:í Vælveru Fitness undirvísi eg í Kickboksing, Box-Fit og havi fyrr undirvíst í Pump Fit.
     
  • Tórstein Christiansen

    Útbúgving:Eg eri útbúgvin master í ferðavinnu og marknaðarføring, harafturat so havi skeið (upplæring og vegleiðing) í ymsum holdum frá Vælveru Fitness. Í míni frítíð renni og venji styrki, hetta havi eg gjørt í eitt longri tíðarskeið, serliga væl dámar mær at kombinera pulsvenjingar við styrki. Tað er onkuntíð ein blanding av liðvenjingum og einstaklingavenjingum.
    Vangamynd:Í Vælveru Fitness eri eg liðvenjari, har eg undirvísi í Pump Fit og Spinning.
     
  • Tina Tórarenni

    Útbúgving:Eg eri útbúgvin Námsfrøðingur. Harafturat havi eg tikið skeiðir innanafyri sansir og motorikk , Kettelbells og funktionella venjing/ crossfit. Mær hevur altíð dáma væl at rørt meg og brúkt mín kropp :) Spennandi at læra hvussu kroppurin virkar og at man altíð kann gerast betri og sterkari kroppsliga og sálarliga. Eg dámi væl at venja styrkivenjing. Tað skal vera hørð og effektiv venjing, sum tekur stutta tíð, har sveittin spríkir framm og pulsurin er í topp.
    Vangamynd:Eg eri leiðari og móttøkufólk í Vælvera Fitness Tórshavn. Eg undirvísi í Sparta, seniorvenjing og cirkulvenjing. Eg havi eisini havt Insanity og Bootcamp. Eg havi eisini persónliga venjing :)
     
  • Vár Ellingsgaard

    Útbúgving:Í Vælveru Fitness eri eg liðvenjari og receptionist.
    Vangamynd:Undervísur í Booty Venjing.
     

Vestmanna

  • Fríða Djurhuus

    Útbúgving:Eg eri útlærd sum múrari og havi arbeitt sum múrari síðan 2004, eg havi eisini fingi pogv sum kavarahjálpari. Harafturat so tók eg í 2010 skeið sum fitnessinstruktør og útbúgvin kostvegleiðari í 2016. Tá eg var yngri spældi eg nógv hondbólt, men havi seinastu nógvu árini róð kapp, vegleitt og hjálpt til við ymiskum tí viðvíkjandi. Sjálv dámar mær ótrúligani væl funktionella venjing og tunga styrkivenjing. Skal tað verða cardio so er rógvimaskinan altíð eitt sikkurt val.
    Vangamynd:Í Vestmanna eri eg receptionist, har eg hjálpi við øllum í kundin hevur brúk fyri so sum at gera program, vegleiða og eg geri eisini reint.
     
  • Hildur Niclassen

    Útbúgving:Eg gangi á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, í tí sambandi havi eg tiki ítrótt og heilsu á c-stigi. Tá eg nú búgvi í Vestmanna er tað næstan ein sjálvfylgja, at eg havi spælt hondbólt øll míni barnaár. Tá eg gavst við hondbólti fór eg at ganga í Vælveru Fitness, og tað havi eg gjørt tey seinastu trý árini, og eg elski tað. Serliga væl dámar mær, at hava eitt fast skema at ganga eftir, tí so veit eg, at eg venji rætt, og at eg brúki fjølbroyttar vøddar. Holdvenjingarnar í vælveru eru tó eisini sera stuttligar, serliga dámar mær dansi-holdini.
    Vangamynd:Í sentrinum í Vestmanna geri eg reint og taki ímóti kundum.
     

Vágur

  • Jón Bjarnason

    Útbúgving:Undervísur í Kempa
    Vangamynd:Undervísur í Kempa