• #

    So er lidætlanin her og allar lidvenjingar eru à lima appini og ein fràgreiding um hvønn lid tìma. Vit byrjar 18. januar

  • #

    Minnist til at tá tú er limur í Vælvera Fitness so kostar tað einki at fá tina egnu venjingarætlan.

  • #

    Tú kanst altið keypa gávekort í Vælveru Fitness.

  • #

    Vælvera Fitness

    Tú kanst fáa ráðgeving um kost frá útbúnum kostráðgeva. Vit bjóða eisini persónliga venjing, coaching, fysioterapi og vøddamíking. Øll okkara starvsfólk hava viðkomandi útbúgving.

  • #

    Vælvera Fitness

  • #

Gerst limur ella Rita Inn

Tú kanst melda teg til lim við at trýsta á ímyndina niðanfyri. Hvussu nógvar mánaðir tú ynskir at keypa velur tú sjálv/ur.
 
  Gerst limur   

 

Tú kanst innrita teg á hesu leinkju.

  Rita inn 

Venjingarskrá fyri lið

Vit bjóða nógv ymisk lið. Ert tú limur, kanst tú luttaka á øllum liðum uttan meirkostnað. Síggja venjingarskránna fyri lið í ávikavist Tórshavn og Runavík.

Venjingarskrá - Tórshavn »

Venjingarskrá - Runavík »



Upplatingartíðir

Her sært tú okkara upplatingartíðir

Vælvera Fitness Runavík
Mánadag -  sunnudag 05:00 - 24:00

 

Vælvera Fitness Tórshavn

Mánadag - sunnudag

05:00 - 24:00

 

Vælvera Fitness Miðvágur
Mánadag -  sunnudag 05:00 - 24:00

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tilboð uppá persónliga venjing

Tilboð uppá persónliga venjing

Skriva tann 13. august

Í Vælveru Fitness hevur tú altíð møguleikan at fáa persónliga venjing og nú have vit eit gott tilboð til tín!

PT8 tilboðið:

Tú kanst nú fáa  persónligan venjara í 8 vikur fyri bert 2400kr. Í prísinum er, 8 persónligar venjingartímar, 2 kostsamrøður umframt 3 feittmátingar, kostskema og venjingarskema. Gevið gætur, at prísurin fyri vanligt limagjald er ikki íroknaður.

Persónlig venjing

Vit hava eitt gott toymi av persónligum venjarum, sum eru til reiðar at hjálpa júst tær við at koma í gongd. Ein persónligur venjari er ein sum hjálpur tær at røkka tínum máli og sum stuðlar tær. Ein persónligur venjari eggjar tær til og venur saman við tær fyri at tryggja sær, at tú fært sum mest burturúr venjingini. At hava ein persónligan venjara er tey seinastu árini vorðið væl umtøkt, av tí orsøk at fleiri og fleiri hava sæð virðið í at hava ein persónligan venjara við sína lið, sum syrgir fyri, at tú ikki missur tileggjanina at venja.

Vit uppliva, at mong ymisk fólk gagnýta sær fyrimunin við persónligari venjing. Tað verið seg alt frá at klænka seg til sítt komandi brúdleyp, til at lætna seg ella til at fáa ein flottan og væltrenaðan kropp. Vit eru øll ymisk, og tískil eru orsøkirnar ymiskar til, hví vit velja ein persónligan venjara, men felagsnevnarin hjá øllum fyri at velja sær ein persónligan venjara, er, at halda tileggjanini til og at fáa úrslit.

Um tú veruliga brennur fyri at røkka tína máli ella at fáa úrslit, so er ein persónligur venjari tann besta íløgan tú gerst í teg sjálvan.


Vit gleða okkum at geva tær góða mótivatión og úrslit


- Vælvera Fitness