Skriva tann 15. november
Fitness+ er eitt limahald, sum er ætlað tykkum, ið longu eru
limir í Vælveru Fitness. Nýggja haldið kostar 100 krónur meira um
mánaðin, men so fært tú 200 krónur hvønn mánað, sum tú kanst brúka
til at keypa vørur frá Nutramino og Bodylab.
Í stuttum: Við at gjalda 100 krónur meira um mánaðin, fært tú
200 krónur at keypa fyri.
Vilt tú hoyra meira um nýggja møguleikan við limahaldi, ert tú
vælkomin at spyrja í móttøkuni.
GG: Limahaldið Fitness+ kann bert brúkast til at keypa vørur
fyri og ikki til limahald. Upphæddin verður nulstillað hvønn mánað,
og tískil ber ikki til at spara upp til eina størri upphædd.