Seinasta skeið áðrenn summarfrítíðina byrjar tann 21. mai, har
vit hjálpa tær at gerast betur enn í gjár.
Vit leggja dent á, at Kempa skal vera fyri øll, og hvør
einstakur skal fáa nógv burturúr. Allur kroppurin verður vandur,
vøddarnir styrktir og pulsurin kemur heilt upp. Vit gera
grundleggjandi venjingar, styrki sum konditión, og støðið er
tillagað tí einstaka.
Skeiðið er í tríggjar vikur við trimum serholdum um vikuna - tað
vil siga "lukkaðum" holdvenjingum, har bert Kempa-luttakarar eru
við. Umframt tær tríggjar venjingarnar hvørja viku fært tú eina
kostætlan, tvær feittmátingar og eina eftirfylgjandi
venjingarætlan.
Byrjað verður við einum kunningardegi, har tit fáa nærri kunning
um venjing og kost. Harafturat verður eisini høvi at møta
venjarunum og seta spurningar.
Allir Kempa-luttakarar verða bjóðaðir við í ein persónligan bólk
á Facebook, har til ber at fáa íblástur og motivatión.
Kempa Turbo-skeiðið kostar einans 749 kr. Ert tú longu limur í
Vælveru Fitness, so er prísurin einans 449 kr.
Nærri kunning og spurningar fært tú við at venda tær til okkum á
Facebook ella kempa@vaelvera.fo.
Sjálv tilmeldingin fer fram á kempa@vaelvera.fo, og seinasta
freist fyri tilmelding er 20. mai kl. 18.00. Minst til at viðmerkja
tíð og stað.
Kempa Turbo-venjingar eru:
í Runavík:
Mánadag kl. 6.00 - 7.00
Mikudag kl. 6.00 - 7.00
Fríggjadag kl. 6.00 - 7.00
Vit gleða okkum at síggja teg!