Kempa byrjar 19. mars
Kempa byrjar 19. mars
Skriva tann 12. mars
Kempa!
Nýtt skeið
byrjar tann 19. mars, har vit hjálpa tær at gerast betur enn í
gjár.
Vit leggja
dent á, at Kempa skal vera fyri øll, og hvør einstakur skal fáa
nógv burturúr. Allur kroppurin verður vandur, vøddarnir styrktir og
pulsurin kemur heilt upp. Vit gera grundleggjandi venjingar, styrki
sum konditión, og støðið er tillagað tí einstaka.
Skeiðið er
í fýra vikur við trimum serholdum um vikuna - tað vil siga
"lukkaðum" holdvenjingum, har bert Kempa-luttakarar eru við.
Umframt tær tríggjar venjingarnar hvørja viku fært tú eina
kostætlan, tvær feittmátingar og eina eftirfylgjandi
venjingarætlan.
Byrjað
verður við einum kunningardegi, har tit fáa nærri kunning um
venjing og kost. Harafturat verður eisini høvi at møta venjarunum
og seta spurningar.
Allir
Kempa-luttakarar verða bjóðaðir við í ein persónligan bólk á
Facebook, har til ber at fáa íblástur og motivatión.
Kempa-skeiðið kostar einans 899 kr. Ert tú longu
limur í Vælveru Fitness, so er prísurin einans 499 kr.
Nærri kunning og spurningar fært tú við at venda tær
til okkum á Facebook ella
info@vaelvera.fo.
Sjálv
tilmeldingin fer fram á info@vaelvera.fo, og seinasta freist fyri
tilmelding er 18. mars kl. 18.00. Minst til at viðmerkja tíð og
stað.
Kempa-venjingar eru:
í
Vestmanna:
Týsdag kl.
6.00 - 7.00 og Mánadag kl. 17.00 - 18.00
Hósdag kl.
6.00 - 7.00 og Týsdag kl. 17.00 - 18.00
Leygardag
kl. 9.00 - 10.00 og Hósdag kl. 17.00 - 18.00
Vit gleða
okkum at síggja teg!