• #

    So er lidætlanin her og allar lidvenjingar eru à lima appini og ein fràgreiding um hvønn lid tìma. Vit byrjar 18. januar

  • #

    Minnist til at tá tú er limur í Vælvera Fitness so kostar tað einki at fá tina egnu venjingarætlan.

  • #

    Tú kanst altið keypa gávekort í Vælveru Fitness.

  • #

    Vælvera Fitness

    Tú kanst fáa ráðgeving um kost frá útbúnum kostráðgeva. Vit bjóða eisini persónliga venjing, coaching, fysioterapi og vøddamíking. Øll okkara starvsfólk hava viðkomandi útbúgving.

  • #

    Vælvera Fitness

  • #

Gerst limur ella Rita Inn

Tú kanst melda teg til lim við at trýsta á ímyndina niðanfyri. Hvussu nógvar mánaðir tú ynskir at keypa velur tú sjálv/ur.
 
  Gerst limur   

 

Tú kanst innrita teg á hesu leinkju.

  Rita inn 

Venjingarskrá fyri lið

Vit bjóða nógv ymisk lið. Ert tú limur, kanst tú luttaka á øllum liðum uttan meirkostnað. Síggja venjingarskránna fyri lið í ávikavist Tórshavn og Runavík.

Venjingarskrá - Tórshavn »

Venjingarskrá - Runavík »



Upplatingartíðir

Her sært tú okkara upplatingartíðir

Vælvera Fitness Runavík
Mánadag -  sunnudag 05:00 - 24:00

 

Vælvera Fitness Tórshavn

Mánadag - sunnudag

05:00 - 24:00

 

Vælvera Fitness Miðvágur
Mánadag -  sunnudag 05:00 - 24:00

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Uppsøgn av limaskapi:

Góði limur, her kanst tú stutt lesa um viðurskiftini vidvíkjandi uppsøgn av limaskapi.



Uppsiga limaskap.

Allur leypandi limaskapur hevur ein mána uppsøgn, tvs. leypandi mánin + 30 dagar. Um tú sigur tín limaskap upp í endanum av einum mána, skalt tú eisini gjalda fyri komandi mánan, har tú sjálvandi
eisini kanst trena.
Tú kanst tó til eina og hvørja tíð uppsiga tín limaskap. Uppsøgnin er fyrst galdandi tann dagin vit mótaka uppsøgnina við undirskrift ella via email.

 

Soleiðis steðgar tú einum haldi.

Tá tú steðgar einum haldi, er tað eitt krav, at vit mótaka tína undirskrift, hetta kann gerast við at venda tær til
reseptiónina, har tú fart eina uppsagnarkontrakt at undirskriva, ella tú kanst senda okkum eitt bræv við tínari undirskrift og limanummari, so góðkenna vit eisini tað.
Tú kanst gott uppsiga haldið við email og vit krevja ikki eina undirskrift viðhefta, men bara ein email.



Reint formelt er tað týdningarmikið fyri okkum, at vit mótaka tína undirskrift, soleiðis at ikki uppstanda trupulleikar ella
ivi um ein limaskapur er uppsagdur ella ikki. Tískil er tað heldur ikki møguligt at ringja og uppsiga limaskapin yvir telefon, og starvsfólkid fer altíð at biðja teg um eina undirskrift.


Tú hevur sostatt tríggjar møguleikar fyri at steðga tínum limaskapi: í sentrinum, yvir email ella við brævi.