Skeið
Í Vælveru Fitness bjóða vit eisini bólka loysnir.
Vit leggja okkum eftir at hava okkurt til hvønn ein tørv og tí
hava vit eitt breitt útval av bólka loysnum.
Vit skipa fyri ymsum skeiðum, sum eru úr 4 vikum og
upp í 8 vikur, men vit steðga ikki har. Møguleiki er eisini
fyri at tit sjálvið koma inn og í samráð við okkum, finna vit júst
røttu loysnina til tykkum.
Kempa
Kempa er eitt skeið á 4 vikur og vendur seg til tín, ið ynskjur
at koma í form og samstundis verða ein partur av einum
felagsskapi.
Í hesar 4 vikunar venur tú 3 ferðir um vikuna á einum
afturlatnum holdið við einum venjara, sum leggur stóran dent á, at
tú skal fáa sum mest burturúr sum einstaklingur, hóast tú ert á
einum holdið.
Venjingin er ein samanseting av styrkivenjing og
konditiónsvenjing, soleiðis at tú fær pulsin upp í topp og sveittan
fram, men eisini møtt vøddarnar.
Serstakar
loysnir:
Vit bjóða eisini serstakar loysnir, so eru tit nøkur vinfólk,
sum venja, men hava ringt við at finna motivatiónina? Kundu tit
hugsa tykkum, at onkur koyrdi undir tykkum?
Ja, so er at skriva til rune@vaelvera.fo og hoyra
nærri.
Hvussu nógvar tímar tit ynskja og hvat fyri slag av venjing, er
fulkomiliga upp til tykkum.
Vit hava t.d. havt eitt 8 vikurs skeið, har nakrir vinmenn
skuldu á skíferð og manglaðu onkran at motivera og koyra undir.
Teir vóru ógvuliga glaðir fyri skeiðið og vóru kropsliga væl fyri,
tá ið ferðin byrjaði.
Afturat tí so ber eisini til at keypa 1 tíma, til eitt nú
polterabend ella okkurt annað stuttligt tiltak.
Prísurin fyri at leiða ein instruktør í 1 tíma er 500 kr, hetta
er uttan limagjald.
Tað er eisini møguligt at keypa fleiri tímar.
Skriva ein teldupost til rune@vaelvera.fo og hoyr
nærri.
?