Byrjunarlið
Byrjunarliðini eru vælegnaði til tín, ið ynskir eina góða byrjan
við liðvenjing. Tað kann vera ógvuliga torført og krevjandi at
byrja á einum liði, hvar tey tú venur saman við kenna øll øvilsini
frammanundan.
Á byrjunarliðinum hava øll sama møguleiki at vera við og tú
lærir mannagongdina frá byrjanuni. Tað verður tikið atlit til øll,
ið eru á byrjunarliðunum.