Lið
Les meira um tey ymisku liðini
í liðyvirlitinum.
Okkara venjarar hava viðkomandi og góðkend skeið og
útbúgvingar.
Snýt ikki teg sjálvan fyri eina góða liðvenjing, men møt upp og
royn venjingina. Vit hava lið til allar aldursbólkar, til bæði
menn og kvinnur. Børn niður til 12 ár kunnu vera við í
útvaldum liðum eftir avtalu við viðskiftafólkið.
Kom inn á gólvið ella ring og fá meira at vita um møguleikarnar,
ið nøkta tín tørv, og vit kunnu geva tær tað røttu vegleiðingina
til góða liðvenjing.
Um tú ert limur í Vælveru Fitness er liðvenjingin við í gjaldinum,
so tað er eingin orsøk til ikki at møta upp!